Um Mikkalinu

Mikkalina Norðberg, fødd, uppvaksin og búsitandi í Tórshavn.

At skera glas á mínum verkstaðið, er løtan har hugflogið fær veingir.

Alt eg upplivi, síggi og hoyri hvønn dag, kveikir nýggjar mátar at skera, smelta og boyggja glasið soleiðis, sum eg vil hava tað at verða.

Eg eri sjálvlærd – tó við hjálp frá ymiskum skúlum og viðkomandi skeiðum innan glasarbeiði.

Drívmegin er mín stóri áhugi fyri, hvussu glas og litir hátta sær, bæði í kulda og hita..... Hvussu glasið broytist og verður umskapt, meðan tað enn er í ovninum - alt eftir, hvussu eg stýri hitanum.

Mítt ynski er, at lidna avrikið avspeglar mína gleði um skap og litir ..... kryddað við einum sindri av skemti.

Eg nýti bert hondrullað Bullseye Glass úr USA, ið hevur bestu góðsku innan glasreinleika og litir.

Hjartaliga vælkomin á gátt at hyggja og føla. Men ring fyrst - tlf. 521807.
 


MIKKALINA-GLAS | Varðagøta 4, FO-100 Tórshavn - Faroe Islands | Tlf.: +298 521807 | mikka@mikkalina.com